Um okkum

Tógvhandilin hjá Vimu, er tógvhandil í Klaksvík, sum selur Føroysk pløgg, mynstur, tógv og tilhoyr. Vit halda til á Nólsoyar Pálls Gøtu 7c í Klaksvík.

Tógvhandilin byrjaði í 2001 við at selja tógv og uppskriftir men byrjaði skjótt at framleiða egnar uppskriftir sum eru at fáa um alt landið.
Í 2007 byrjaðu vit at framleiða “Vimu” troyggjur og onnur pløgg úr New Zelanskari ull. Tann mest kenda troyggjan vit hava framleitt er “Summarfestival” troyggjan.
Í dag verða “Vimu” vørur seldar um alt landið.

Tógvhandilin hjá Vimu hevur eisini heilsøluna av tí Íslenska tógvinum Lett Lopi, Einband, Álafos Lopi, Bulky Lopi o.a sum “Ístex” framleiðir.

Vit hava Føroyskt tógv frá Sirri, Navia og Snælduni og eitt stórt úrvæl av útlenskum tógvi frá m.a. Garnstudio (DROPS). Eisini hava vit spolar við New Zelenskum tógvi sum er vælegna til maskinbinding.

Vit senda um alt Føroyar, og geva tær eisini møguleika at heinta vøruna í okkara handli í Klaksvík. Eisini senda vit til alt Europa, og bjóða hetta so bíligt sum møguligt sambært prísum frá Posta.
Allir prísir á síðuni eru við MVG, og verður hetta trekt av um sent verður uttanlanda.

Facebook logo-cutVitja okkum á Facebook

Logo3

Upplatingar tíðinar eru:

Mánadag – Fríggjadag:  10:00 til 17:30
Leygardag:                         10:00 til 14:00